- Tíðindi, mentan og ítróttur
SEV: 424 milliónir í inntøkum
SEV: 424 milliónir í inntøkum
Inntøkurnar hjá SEV vóru í fjør 11 millónir krónur fleiri enn árið fyri, tá inntøkurnar var 413 milliónir krónur.

30.04.2016 - 14:16
Tað vísir ársúrslitið hjá SEV fyri 2015, sum varð lagt fram á aðalfundinum í gjár.
Nógv tann størsti parturin av inntøkunum stavar frá streymgjaldi. Tær inntøkurnar vóru 389 milliónir krónur.
39 millióniur krónur komu inn í føstum gjaldi og øðrum inntøkum.
SEV hevði samanlagt eitt avlop upp á 103 milliónir krónur í fjør, og felagið væntar eisini eitt stórt avlop í ár.
Avlopið í ár væntast at vera góðar 72 milliónir krónur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























