Sleppur ikki ætlanini hóast hvassar atfinningar

Sleppur ikki ætlanini hóast hvassar atfinningar
Landsstýriskvinnan í orkumálum heldur fast um, at tað skal vera bíligari hjá teimum, sum velja at brúka grøna orku í staðin fyri olju
 
11.05.2016 - 14:56

Hetta sigur hon, hóast hvassar atfinningar frá summum í av vinnuni. Lógaruppskotið um at heimila SEV at selja bíligari streym til grønar loysnir datt burtur, tá Løgtingið fór í summarfrí, og tað sama gjørdi lógaruppskotið um at endurrinda meirvirðisgjaldið fyri hitapumpu-loysnir.

- Skulu vit røkka málinum í samgonguskjalinum, er neyðugt við politiskum átøkum, sigur Sirið Stenberg, sum tí ætlar sær aftur í Løgtingið við líknandi stuðulsuppskotum.

900 oljufýringar skiftast út um árið

Hvussu fært tú 900 húsarhald um árið skifta oljufýringina út við eina grøna orkuskipan, tá tað ikki loysir seg fíggjarliga?

Tað er støðan, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orku- og umhvørvismálum er komin í. Øðrumegin hevur hon eitt samgonguskjal, sum sigur, at um 10 ár skulu í minsta lagi helvtin av øllum sethúsum og bygningum í landinum hitast við grønari orku.

18.000 oljufýringar eru í føroysku húsarhaldinum í dag. Sambært politiska málinum skulu 9000 skiftast út, tí eitur talið 900 um árið.

Lági oljuprísurin órógvar ætlan

Men lági oljuprísurin – gassoljan kostar í dag 5,20 krónur fyri liturin – freistar ikki fólk at leggja um. Við dagsins oljuprísi tekur tað millum 50 og 60 ár at spara samlaðu útreiðsluna til eina jarðhitaskipan innaftur.

Tvær loysnir hava verið á borðinum. Sjálv vildi landsstýriskvinnan geva SEV heimild at selja streym til hitapumpur upp í 40 oyru bíligari fyri kilowatttíman.

Tá kundu fólk keypt streym til hitapumpuna fyri 1,39 krónur – heldur enn 1,89 krónur – tá meirvirðisgjaldið er íroknað.

Bæði uppskotini fullu burtur

Hin loysnin, sum Nýtt Sjálvstýri kom við, var at geva fólki meirvirðisgjaldið aftur, um tey keyptu sær eina grøna orkuloysn til húsini.

Samanlagt høvdu tey freistað fólk at lagt um, sjálvt um oljan er bílig.

Men bæði uppskotini fullu burtur, tá Løgtingið fór í summarfrí. Avleiðingin er, at marknaðurin fyri grønar orkuloysnir er steðgaður upp.

Fólk eru í bíðistøðu

Fólk eru í bíðistøðu, sigur Atli Nattestad, HVS-installatørur í fyritøkuni Demich, sum síðstu árini hevur spesialiserað seg í jarðhitaloysnum.

Aktuella støðan er ein strika í rokningini í orkupolitikkinum hjá landsstýrinum. Tað ásannar Sirið Stenberg, sum í næstu tingsetu ætlar sær aftur í tingið við einum ella fleiri lógaruppskotum, ið skulu fáa fólk at leggja um.

- Tí bara við almennum stuðli er politiski málsetningurin realistiskur, ásannar landsstýriskvinnan í orkumálum, Sirið Stenberg.

Politiska málið um at fáa helvtina av øllum húsarhaldum at leggja um frá olju til grønar orkuskipanir næstu 10 árini er eitt av evnunum í Radaranum klokkan 17:05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610