Fólkatalið á Tvøroyri minkar

Fólkatalið á Tvøroyri minkar
Nógva nýggja virksemið á Tvøroyri hevur at síggja til ikki verið nóg mikið til at steðga minkandi fólkatalinum í Suðuroynni
Hóast vinnuligar útbyggingar minkar fólkatalið á Tvøroyri
 
16.05.2016 - 10:13

Hóast fólkatalið veksur í Føroyum, eisini millum ung, minkar tað í Suðuroynni. Sambært Hagstovuni er vøkstur í øllum høvuðsøkjum í Føroyum uttan teimum sunnaru, har fólkatalið stendur í stað í sandoyarøkinum og minkar nógv í Suðuroynni.

Meðan fólkavøksturin fyri alt landið er 1,2 prosent hetta seinasta 12-mánaðarskeiðið, er tað minkað 1,8 prosent í Suðuroynni. Tað ber í sær, at tað dragnar alt meira millum Suðuroynna og lanmdið annars.

Vøkstur í miðstaðarøkinum

Í kommununum er nógv størsti vøksturin í tali í Tórshavnar og Runavíkar kommunum, har fólkatalið er vaksið við ávikavist 372 og 90 fólkum.

Í Klaksvíkar kommunu vaks fólkatalið við 52, í báðum kommunum í Vága sýslu við til samans 56 og í Sunda kommunu við 32. Í tali er størsta minkingin í Tvøroyrar, Vágs, Hvalbiar og Fuglafjarðar kommunum.

Í teimum stóru oyggjunum er tað bara í Suðuroynni, at fólkatalið minkar. Tað veksur í Streymoynni, Eysturoynni, Borðoynni, Vágum og Viðoynni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Mánadag 2. mars
Nú er liðugt við small talk!!
205023
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987