Roynir semju millum arbeiðsgevarar og flogskiparar

Roynir semju millum arbeiðsgevarar og flogskiparar
Semingsstovnurin fer at hava fund aftur við partarnar í næstu viku
 
20.05.2016 - 11:29

Semingsstovnurin hevur seinastu dagarnar havt fundir við Flogskiparafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag um nýggjan sáttmála.

Terji Sigurðsson, semingsmaður sigur, at steðgur verður um vikuskiftið, tí ymisk viðurskifti skulu kannast. 

Klokkan eitt mánadagin verður fundur aftur við Flogskiparafelagið, og týsdagin er ætlanin at fara undir eina semingsroynd ímillum partarnar.

Boðsendur hvítusunnuaftan

Semingsstovnurin varð boðsendur hvítusunnuaftan, tí Flogskiparafelagið og Føroya arbeiðsgevarafelag kundu ikki semjast um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi tann 31.mars. 

Tann sáttmálin er síðani longdur tvær ferðir. 

Semingsstovnurin hevur eina ferð fyrr verið uppi í samráðingunum hjá flogskiparunum hjá Atlantic Airways. Tað var í 2010, og tá varð sáttmálin longdur eitt ár.       

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717