Selja ein part av virkseminum

Selja ein part av virkseminum
Oljufelagið Atlantic Petroleum hevur gjørt avtalu um at selja sín fjórðing í Orlando-brunninum eystan fyri Hetland
 
06.06.2016 - 11:13

Keyparin er Bridge Petroleum. Atlantic Petroleum fær slakar 6,7 milliónir krónur fyri sín part í Orlando og part av framleiðsluni, tá hon byrjar næsta ár.

Handilin hevur tó ta treyt, at Bridge Petroleum eisini fær keypt tey 75 prosentini í Orlando, sum Inona UK eigur. Tað felagið er farið undir umsiting.

Arbeiðið at rigga brunnin til byrjað

Ætlanin er at pumpa olju úr Orlando næsta ár. Arbeiðið at rigga brunnin til er byrjað. Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum, sigur, at felagið hevur gjørt eina góða avtalu við Bridge Petroleum.

Bókaða virðið hjá Atlantic Petroleum í Orlando er slakar 67 mió. kr. Tað verður ikki niðurskrivað. Tað merkir, at Atlantic Petroleum væntar sær meira enn 67 mió. kr. burtur úr Orlando, sum felagið hevur átt part í síðani 2012.

Harafturat sparir felagið 200 milliónir krónur í íløgum í Orlando, tí felagið sleppur undan skylduni at byggja Orlondo út.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290