Eysturkommuna væl fyri

Eysturkommuna væl fyri
Eysturkommuna hevði í fjør eitt avlop uppá 22,7 milliónir krónur. Inntøkurnar frá skatti vóru 77,6 milliónir krónur, sum er tað mesta nakrantíð
 
07.06.2016 - 15:57

Samlaðu inntøkurnar hjá Eysturkommunu vóru 17,7 milliónir krónur hægri enn mett. Inntøkurnar vóru góðar 104 milliónir krónur.

Harav vóru góðar 16 milliónir kr. frá eldraøkinum, sum kommunurnar yvirtóku frá 1. januar í fjør. Rakstrarútreiðslurnar vóru 75 milliónir kr., nakað minni enn mett.

Eysturkommuna gjørdi íløgur fyri 20,5 mió. kr. í fjør. 10 milliónir kr. fóru til tekniska økið, 2,7 mió. kr til nýggja býráðshúsið og 2,6 mió. kr. vórðu brúktar uppá skúlar og økini rundanum skúlarnar.

Nettoskuldin hjá kommununi lág

Nettoskuldin hjá Eysturkommunu var við árslok 6,6 mió. kr., sum er áleið sjey prosent av eini álíkning. Tað er eisini eisini nógv tann lægsta nettoskuldin hjá Eysturkommunu nakrantíð.

Eftir ætlan verða nógvar íløgur gjørdar í ár hjá Eysturkommunu, har íløgan í nýggja býráðshúsið er tann størsta.

Mett verður, at nettoskuldin við árslok í ár verður áleið 30 mió. kr., sum svara til umleið ein triðing av einari álíkning, skrivar Eysturkommuna á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655