Fleiri ferðast við strandfaraskipunum

Fleiri ferðast við strandfaraskipunum
Nógv fleiri fólk sigla við Strandfaraskipum landsins í ár enn í fjør. Vøksturin var eisini stórur hjá eini bygdaleið í Norðoyggjum
 
16.06.2016 - 07:59

Til 1. juni var vøkstur á øllum leiðum uttan á Skúvoyarleiðini Sambært tølunum hjá Strandferðsluni vóru ferðafólkini stívliga 20.000 fleiri til 1. juni í ár enn í fjør.

Vøksturin er tíggju prosent. Í tølunum hjá Bygdaleiðum sæst millum annað, at bussurin, sum koyrir millum Klaksvík og Kunoy, við eitt fór at koyra við nógv fleiri fólkum í mars í ár.

Í januar brúktu fýra ferðafólk leiðina millum Klaksvík og Kunoy, í februar var bussførarin einsamallur í bussinum allar dagarnar.

SÍ EISINI Bygdaleiðir á einum vegamóti

Fyrst í mars høvdu Dagur og vika tíðindi um bussleiðina í Norðoyggjum, sum koyrdi, hóast ferðafólkini vóru millum fá og eingi.

Eftir tað hendi so okkurt. Í mars vóru 35 ferðafólk á Kunoyarleiðini, í apríl 21 og í mai brúktu 17 ferðafólk leiðina. 

Til 1. juni koyrdu 77 fólk við Bygdaleiðum millum Klaksvík og Kunoy. Somu tíð í fjør vóru tey fimm, og alt árið 2015 vóru 50 ferðafólk á Kunoyarleiðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974