Nú kemur seinna tilmælið

Nú kemur seinna tilmælið
Landsstýrismaðurin fær nú metingar um støðuna í botnfiskastovnunum, tilmæli um fiskidagar, og hvussu fiskiskapurin skal skipast komandi fiskiárið
 
22.06.2016 - 08:01

Seinnapartin í dag fær Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, seinna tilmælið um fiskidagarnar næsta fiskiár.

Tá fer Fiskidaganevndin at lata sítt tilmæli. Sambært lógini um vinnulígan fiskiskap umboðar Fiskidaganevndin vinnuna á sjónum.

Fiskidaganevndin letur landsstýrismanninum metingar um støðuna í botnfiskastovnunum, tilmæli um fiskidagar, og hvussu fiskiskapurin skal skipast komandi fiskiárið.

Nevndin mannað við umboðum úr vinnuni

Í Fiskidaganevndini eru umboð fyri reiðarar og manningar. Dennis Holm er formaður í Fiskidaganevndini. Seinastu árini hevur Fiskidaganevndin mælt til at halda fram við sama fiskidagatali.

Fyri einari viku síðani kom Havstovan við sínum tilmæli um fiskidagar. Havstovan mælir til stórar skerjingar fyri at verja tosk og hýsu. Á ólavsøku skal Høgni Hoydal so leggja sítt lógaruppskot um fiskidagar fyri Løgtingið.

Fiskiárið byrjar 1. september. Næsta fiskiár verður seinasta heila fiskiárið, áðrenn veiðiloyvini fara úr gildi 1. januar 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201