Tróndur í Gøtu leitar eftir makreli

Tróndur í Gøtu leitar eftir makreli
Tróndur í Gøtu er farin at leita eftir makreli fyri Havstovuna. Hann fór út um vikuskiftið og var fyrst sunnan fyri Føroyar
 
07.07.2016 - 15:08

Tróndur í Gøtu fer eisini í norskan sjógv og íslendskan sjógv. Tvey føroysk nótaskip eru við í árligu makrelkanningini í landnyrðingspartinum av Atlantshavi.

Grønland hevur leigað Finn Fríða til kanningarnar. Harafturat eru eitt íslendskt skip og tvey norsk við í kanningunum. Endamálið við kanningini er at meta, hvussu stórur makrelstovnurin er.

SÍ EISINI Tvey føroysk skip við í kanningum

Tey fimm skipini fara víða um. Kanningarøkið er tríggjar milliónir ferkilometrar. Øll skipini brúka somu útgerðina. Fýra granskarar hjá Havstovuni eru við Tróndi í Gøtu.

Hóast fremsta endamálið er at kanna makrel, verða onnur uppsjóvarfiskasløg eisini kannað, so sum svartkjaftur. Harafturat verður kannað, hvussu hvalur ávirkar makrel, svartkjaft og norðhavssild.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358