Umrøða samstarv á toppfundi

Umrøða samstarv á toppfundi
Føroyar verða bodnar við á næsta toppfund hjá skotsku oyggjunum, Hetlandi, Orknoyggjum og Suðuroyggjum
 
07.07.2016 - 09:18

Gary Robinson, formaður í Shetlands Islands Council, landspartastjórnini í Hetlandi, tekur undir við ynskinum úr Føroyum at sleppa við á næsta toppfundin hjá skotsku oyggjunum, skriva Shetland News.

Eftir ein fund við eina sendinevnd úr Føroyum skrivaði Angus MacNeil, tingmaður í Suðuroyggjum, til myndugleikarnar í Suðuroyggjum og spurdi, um Føroyar kunnu vera vera við á toppfundinum hjá skotsku oyggjunum seinni í ár.

Fundast um felags áhugamál

Slíkir toppfundir vóru fyri 2012, tá sitandi Shetlands Islands Council tók við. Eftir ein fund við føroyska sendimannin í London, Áka Johansen, í Hetlandi, sigur Gary Robinson seg vera sinnaðan at viðgera felagsmál so sum breiðband og flutning.

Gary Robinson sigur við Shetland News, at Føroyar vóru við á toppfundunum fyri nøkrum árum síðani, men hetta hevur verið forsømt seinastu árini.

Ein fundur um felags áhugamál verður fyrireikaður, sigur Gary Robinson. Millum annað framhaldandi samstarv við Føroya Tele og ferðasamband millum Hetland og Føroyar vera á fundarskránni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290