Byggivinnan góðar tíðir

Byggivinnan góðar tíðir
199 fleiri fólk arbeiddu í byggivinnuni í apríl í ár enn í fjør. Vøksturin í byggivinnuni, 6,1%, er tann størsti í øllum vinnugreinum síðani í fjør
199 fleiri fólk starvaðust innan byggivinnuna í apríl enn í fjør. Vinnan hevur nú í miðal arbeiði 14 mánaðir fram í tíðina
 
13.07.2016 - 17:44

Samstundis sum byggivinnan hevur úr at gera og hevur tryggjað sær arbeiði í meira enn eitt ár, vænta fleiri húsarhald, at tey fara at byggja í næstu framtíð.

Sambært nýggjastu konjunturkanningini vænta alsamt fleiri húsarhald, at tey keypa ella byggja hús í komandi ári.

Samstundis sum fleiri og fleiri ætla sær at byggja, fær byggivinnan longu sum er ikki gjørt alt arbeiðið, sum biðið verður um, tí trot er á arbeiðsmegi. Virksemið í byggivinnuni hevur verið stórt nú í nøkur ár.

Hava arbeiði 14 mánaðir fram í tíðina

Sjálv metir vinnan, at virksemið er í hæddini. Men meira enn onnur hvør byggifyritøka hevur nú í fimm konjunturkanningum á rað svarað, at trot á fólki er størsta avmarkingin hjá vinnuni.

Byggifeløgini hava í miðal tryggjað sær arbeiði 14 mánaðir fram í tíðina. Tað er tað longsta higartil. 25.069 løntakarar vóru í Føroyum í apríl, 539 fleiri enn í apríl í fjør, upplýsir Hagstovan.

Løntakararnir gerast støðugt fleiri, men vøksturin er ikki so stórur sum hann var. Metið er frá ársskiftinum 2007-2008, tá 26.000 fólk vóru á lønarlista í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201