Keypa loyvir í Noregi

Keypa loyvir í Noregi
Faroe Petroleum Norge hevur keypt ein tíggjundapart av oljuvirkseminum hjá danska orkufelagnum, DONG Energy
 
15.07.2016 - 16:06

Talan er um fimm olju og gassleiðir í norskum øki, og keypsprísurin er umleið eina hálva milliard krónur, upplýsir DONG fyri Berlingske Business.

Virksemi er á øllum leiðunum, og í løtuni koma 12.000 tunnur av olju um dagin úr økjunum, skrivar blaðið.

Hava samráðst fyrr

Greinarar hava leingi sett spurnartekin við, um DONG er rætti eigarin av olju og gassi, eftir at felagið fór undir at arbeiða við vindmyllum.

DONG var í samráðingunum við Mærsk Oil um at sølu av olju- og gassvirkseminum, men samráðingarnar endaðu úrslitaleysar, tí partarnir kundu ikki semjast um prísin.

Umsetningurin hjá Faroe Petroleum var í 2015 slakar 1,5 milliardir krónur, í mun til umsetingin hjá DONG, sum var 12 milliardir krónur

Leita eftir hálvari milliard

Faroe Petroleum megnar ikki sum er, at keypa virksemið frá DONG, men felagið hevur boðað frá, at tað fer at finna tær 533 milliónir krónur, sum skulu fíggja keypið.

Tá Faroe Petroleum gjørdi av at bjóða, vísti felagið á, at olju- og gassleiðirnar hjá DONG høvdu stóran strategiskan týdning fyri felagið, tí tað vildi geva ein skattafyrimun uppá 84 milliónir dollarar, tí ymsir norskir frádráttir gera tað møguligt.

Hóast DONG nú selur fimm olju- og gassleiðir til Faroe Petroleum, so er DONG framvegis virkið í norskum øki, tí felagið eigur gassleiðina Ormin Langa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201