- Tíðindi, mentan og ítróttur
IMF ávarar um norskar húsaprísir

Altjóða Valutagrunnurin, IMF, hevur einaferð enn ávarað norsku myndugleikarnar um høgu húsaprísirnar, sum framvegis hækka, og kunnu gerast ein vandi fyri norska búskapin.
IMF sigur í seinastu ávaringini, at prísirnir á norskum bústøðum vóru 40 prosent ov høgir um ársskiftið.
Valutagrunnurin vísir á, at húsaprísirnir eru hækkaðir við 140 prosentum síðani aldarskiftið, og tað er tvær ferðir so nógv sum vanligi prísvøksturin.
Samstundis er skuldi hjá vanligu norsku familjunum økt úr 145 prosentum av inntøkuni í 2002, upp í 220 prosent í fjør. Og tað er hægri enn í nøkrum øðrum landi sum Noreg kann samanbera seg við.
Orsøkina til gongdina sigur IMF vera lága arbeiðsloysið, lága rentan, og skattafyrimunir sum fólk fáa við at seta pengarnar í hús, heldur enn aðrar íløgur.
Harfatrat kemur, at fólk flyta til býirnar, og tað trýstir prísin uppeftir. Tað sama gera reglur sum darva bústaðarbygging, skrivar IMF í frágreiðingini um norska bústaðarmarknaðin.


























