- Tíðindi, mentan og ítróttur
Maður úr Nýsælandi dottin oman
Maður úr Nýsælandi dottin oman
Um ellivutíðina datt ein maður úr Nýsælandi oman í fjøllunum omanfyri Norðragøtu.

16.07.2016 - 12:17
Tveir mans, annar föroyingur og hin úr Nýsælandi, fóru í morgun til gongu í fjøllini omanfyri Norðragøtu.
Um ellivutíðina fekk løgreglan boð frá föroyinginum, at tann, sum hann var saman við, var dottin oman.
Tlibúgvingin varð sett í verk, og tá fólk komu á staðið, var omandotni maðurin uttan vit.
Tyrlan varð boðsend, og hon flutti skadda mannin á Landssjúkrahúsið fyri løtu síðani.
Meir veit løgreglan ikki at siga um hendingina í løtuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























