- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrireika seg til tingsetuna 2016

Talan er fyrst og fremst um fiskidagarnar næsta fiskiár. Havstovan mælir til stórar skerjingar, men Fiskidaganevndin, nevndin hjá vinnuni, mælir til sama dagatal sum í verandi fiskiári.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vil ikki siga, hvat hann fer at skriva í sítt lógaruppskot. Undanmaður hansara, Jacob Vestergaard, plagdi at lurta eftir vinnuni.
Eingin nevndarviðgerð í fjør
Í fjør var uppskotið sama dagatal. Tá atkvøddu Framsókn og Tjóðveldi ímóti, og Javnaðarflokkurin atkvøddi blankt.
Eingin nevndarviðgerð var í fjør, tí val varð fráboðað ólavsøkudag. Tí kundi andstøðan ikki koma við broytingaruppskoti.
Men í 2014 mæltu flokkarnir, sum nú eru í samgonguni, til at taka fimm prosent av døgunum hjá øllum uttan útróðrarbátunum.
Viðgera fiskidagarnar fyrst í august
Í 2014 søgdu Aksel V. Johannesen og Páll á Reynatúgvu, sum vóru í Vinnunevndini, og Poul Michelsen seg vera sannførdar um, at umsitingin av fiskidagaskipanini var komin at einum vegamóti.
Teir søgdu, at lítið gagn er í at nartla burtur av fiskidøgunum, uttan samstundis at hava langtíðarmálið, sum á burðardyggum grundarlagi miðar eftir og leggur til rættis miðvísa ætlan um at fáa botnfiskastovnarnar undir Føroyum at koma fyri seg aftur.
Í samgonguskjalinum hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn eru fiskidagarnir ikki nevndir. Løgtingið viðger fiskidagarnar fyrst í august. Uppskotið skal vera avgreitt í tinginum í seinasta lagi 18.august.




























