Brendan Dassey leyslatin

Brendan Dassey leyslatin
Sitið fongslaður av órøttum í 9 ár
 
13.08.2016 - 15:05

Brendan Dassey, sum gjørdur kendur í røðini "Making á Murderer" á Netflix, verður nú leyslatin. 

"Making a Murderer" handlaði um, hvussu Brendan Dassey og pápabeiggi hansara Steven Avery vórðu dømdir  fyri at hava dripið kvinnuna Teresa Halbach. 

Í røðini varð varpað ljós á fleiri ivamál hjá løgregluni í samband við drápsmálið. 

Brendan Dassy, sum tá var einans 17 ára gamal, bleiv í 2007 dømdur til at sita fongslaður restina av lívinum fyri at dripið og kynsliga misnýtt Theresu Halback. 

Men eftir dómin hava verjarnir hjá Brendan Dassey viðgingið, at ungi maðurin varð kroystur til at viðganga morðið. 

Og nú hevur so rætturin í Wisconsin avgjørt, at Brendan Dassey skal latast leystur aftur. Rætturin heldur, at løgreglan gjørdi sær dælt av, at ungi maðurin hevði skerdar sinnisligar førleikar, og tí var hann kroystur at viðganga morðið.   

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592