Savna heilsugransking

Savna heilsugransking
Magni Mohr verður leiðari á nýggjum heilsudepli, sum skal savna gransking innan heilsuøkið
 
13.08.2016 - 14:06

Granskarar, sum hava áhuga fyri heilsu, fáa nú eitt felags arbeiðspláss. 

Ein nýggjur heilsudepil skal stimbra gransking í heilsu í Føroyum og gagna føroyska heilsuverkinum. 

Tað sigur Magni Mohr, lektari á Fróðskaparsetrinum, sum verður leiðari á nýggja heilsudeplinum.  

Tað er ein partur av teimum 7 milliónunum, sum sjúkrakassagrunnurin hevur sett av til heilsugransking, sum skulu fíggja nýggja heilsudepilin. 

Í løtuni verður tað granskað nógv í heilsuni hjá føroyingum. Millum annað verður granskað í hjartasjúkum, infektiónssjúkum og heilasjúkum. Framyvir skulu hesar granskingar savnast á nýggja heilsudeplinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425