Vøkstur á íslandsleiðini

Vøkstur á íslandsleiðini
Talið á ferðafólkum, sum sigla við Norrönu til Íslands, er vaksið sjey prosent síðsta árið. Útselt er til síðst í oktober
Fleiri ferðafólk sigla við Norrönu til Íslands. Útselt hevur verið í fleiri mánaðir
Mynd: Savnsmynd/RUV  
 
22.08.2016 - 14:03

Næstan allar ferðirnar hjá Norrönu til Íslands frá apríl í ár hava verið útseldar, og soleiðis er eisini fram til síðst í oktober. Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, fegnast.

- Eg eri væl nøgdur við gongdina. Vøksturin kemur eitt nú av, at evropearar í størri mun leita norðureftir, sigur stjórin í Smyril Line við útvarpið.

Vøksturin á leiðini til Íslands hevur ikki ávirkað talið av ferðafólkum við Norrönu til Føroya nakað serligt sambært stjóranum í Smyril Line.

Tað eru serliga ferðafólk úr Skandinavia, Frankaríki, Niðurlondum og Týsklandi, sum ferðast við Norrönu til Íslands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358