Útnorðurlondini áhugaverd hjá stórveldunum

Útnorðurlondini áhugaverd hjá stórveldunum
Londini í Útnorðri, Ísland, Grønland og Føroyar, eru aftur vorðin áhugaverd hjá stórveldunum, nú spenningur er millum eystur og vestur
 
23.08.2016 - 08:34

Útnorðurráðið mælir tí stjórnini og landsstýrunum til at hava ráðstevnu um støðuna hjá Útnorðri í nýggja geopolitiska veruleikanum.

Geopolitikkur er sambandið millum politikk og landafrøði. Útnorðurráðið heldur, at tað er ikki óhugsandi, at NATO aftur fer at útbyggja herstøðirnar í Norðuratlantshavi.

SÍ EISINI Øll eygu eru vend móti útnorði

Ætlanin við geopolitisku ráðstevnuni er, at londini kunnu fyrireika seg til teirra lut á geopolitiska pallinum, stendur í grundgevingini fyri viðmælinum, sum føroyska sendinevndin legði fyri Útnorðurráðið.

Útnorðurráðið hevur eisini viðmæli um, at stjórnin og landsstýrini gera eina frágreiðing um, hvussu til ber at stovna eftirskúlar fyri 14 til 17 ára gomul í Grønlandi, Føroyum og Íslandi.

Útnorðurráðið hevur júst havt ársfund í Grønlandi. Ráðið samtykti at heita á stjórnina í Íslandi og landsstýrini í Grønlandi og Føroyum um at kanna, hvussu illa plast dálkar Norðuratlantshavið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655