Høvdu væntað fleiri inntøkur

Høvdu væntað fleiri inntøkur
Kommunurnar vænta, at hallið hjá teimum í ár verður 218 milliónir krónur. Tær vænta 120 milliónir minni í inntøku
Kommunurnar í Føroyum vænta sær 120 milliónir minni í inntøkum í 2016 enn tær høvdu mett frammanundan
 
30.08.2016 - 08:38

Íløgur skulu gerast fyri stívar 200 milliónir krónur meira enn í fjør. Tað hevur Fíggjarmálaráðið fingið burturúr, eftir at hava lisið allar kommunalar fíggjarætlanir fyri 2016.

Í fjør væntaðu kommunurnar 77 milliónir í halli. Men tá árið var liðugt, høvdu tær 159 milliónir í avlopi, hóast raksturin í fjør kostaði nógv meira enn í 2014, tí kommunurnar tóku við heimatænastu og eldrarøkt 1. januar í fjør.

Sambært fíggjarætlanunum hjá kommununum fer tað at kosta eina milliard og 631 milliónir krónur netto at reka tær 30 kommunurnar í ár. Íløgur skulu gerast fyri slakar 600 milliónir krónur.

Kommunurnar vænta at fáa tvær milliardir og 40 milliónir krónur í skatti í ár, 5,3 prosent minni enn í fjør. Eykajáttanir í fíggjarætlanunum hjá kommununum eru ikki við í tølunum hjá Fíggjarmálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655