Vágsverkið liðugt útbygt

Vágsverkið liðugt útbygt
Útbyggingin á Vágsverkinum hjá SEV í Vági er nú liðug. Hósdagin verður hátíðarhald á Vágsverkinum, tá nýggi motorurin verður settur í gongd
Vágsverkið hjá SEV er nú liðugt útbygt. Nýggi motururin á verkinum verður settur í gongd hósdagin
 
30.08.2016 - 12:55

Við nýggja motorinum økist elorkan á Vágsverkinum 50 prosent. Varðin Pelagic á Tvøroyri økti eftirspurningin eftir streymi í Suðuroynni nógv, tá virkið byrjaði fyri fýra árum síðani.

Maskinhøll er bygd til nýggja motorin. Harafturat er Vágsverkið bygt út við øðrum bygningum, og tangagarðurin er víðkaður.

Netparturin er eisini dagførdur við nýggjari háspenningarútgerð. Útbyggingin á Vágsverkinum hevur kostað slakar 100 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229