Yvirfriðingarnevndin sett fleiri treytir

Yvirfriðingarnevndin sett fleiri treytir
Gongd kemur nú á arbeiðið at gera eina nýggja náttúrulund við Streymin, sum yvirfriðingarnevndin annars steðgaði í 2015
200 trø verða nú sett niður í nýggja náttúrulund við Streymin, sum yvirfriðingarnevndin steðgaði í februar í fjør
Mynd: Facebook/Náttúrulundin við Streymin  
 
07.09.2016 - 15:04

Nú leygardagin verða 200 trø sett niður í náttúrulundina við Streymin, í sambandi við, at Mentanardagar eru í Sunda kommunu.

Fyrsta træið varð sett niður í februar í 2015, men beint sum farast skuldi undir at seta trø niður seinasta summar, steðgaði Yvirfriðingarnevndin arbeiðinum.

SÍ EISINI Náttúrulundin við Streymin gerst nú veruleiki

Yvirfriðingarnevndin kravdi, at kanning varð gjørd av umhvørvinum við Streymin, áðrenn plantining kundi halda fram.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fleiri fundum, og í juni gav nevndin stigtakarunum loyvi til at halda fram við arbeiðnum at gera náttúrulundina, tó við ávísum treytum.

Trøini mugu ikki breiða seg

Yvirfriðingarnevndin sigur í skrivinum, at ikki er loyvt at seta niður plantusløg, sum breiða seg í náttúruni, eitt nú blóðdropi, summardáarunnur, brigdurósa og sponsk hindber.

Yvirfriðingarnevndin hevur eisini sett forboð fyri at seta niður høg nála- og leyvfellandi trø, eitt nú sitkagran, fjallagullregn, balsam-øsp og nobil-aðalgrann.

Yvirfriðingarnevndin vísir eisini á, at nógvur fuglur er við Streymin. Stórur partur av teimum leita sær oman í fjøruna at søkja sær føði.

Mugu halda seg burtur frá sjónum

Mælt verður til at leggja gøturnar og gróðurseting so langt frá sjónum, sum til ber. Eitt nú æður ganga nógv frá sjónum til reiður, eisini við ungum, og tí er neyðugt, at veitir og tílíkt ikki verða forðingar hjá hesum fuglum.

Í økinum norðan- og sunnan fyri Brúnna við Streymin er ikki loyvt at seta niður plantur og trø og heldur ikki er loyvt at gera gøtur nærri enn 10 metrar frá sjóvarmálanum.

Stigtakararnir skulu eisini tryggja sær, at tað, sum sett verður niður, ikki breiðir seg út um góðkenda økið. Náttúrulundin við Streymin hevur fingið 10 milliónir krónur í stuðli frá Aage V. Jensen Charity Foundation.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860