Kanna um svanur varð skotin

Kanna um svanur varð skotin
Fólk frá løgregluni vóru í gjár á Eiði, har tey kannaðu eina fráboðan um ein svana, ið er funnin deyður á vatninum
Løgreglan heitir á fólk, ið kunnu hava sæð eitthvørt óvanligt við vatnið á Eiði um at boða frá, eftir at ein svanur er funnin deyður á vatninum
 
07.09.2016 - 08:02

Løgreglan fekk boðini klokkan gott trý seinnapartin týsdagin, og tá vóru løgreglufólk á Eiði og spurdu seg fyri um hendingina, og um hví svanurin man vera deyður.

Í fráboðanini varð sagt, at svanurin helst er deyður mánadagin ella sunnudagin, og at hann helst er skotin, men tað hevur løgreglan ongar ábendingar um enn.

Fyrr í ár gjørdi kommunan á Eiði av at avlíva nakrar svanar á vatninum, tí mett varð, at teir kundu vera til vanda fyri fólk.

Men um hendan hendingin við deyða svaninum hevur nakað við tað at gera, er ikki greitt, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423