Royna at fáa óroynd fólk í politikk

bannari
Royna at fáa óroynd fólk í politikk
Í Fuglafirði verður arbeitt við einum alternativum lista til kommunuvalið. Einum lista við fólki, sum ikki hava verið í kommunupolitikki fyrr
Fólk í Fuglafirði skulu hava møguleika at velja okkurt annað á býráðsvalinum í november. Tí hava tvær kvinnur í næstan eitt ár roynt at savna fólk á ein lista, sum skal vera ópolitiskur
 
19.09.2016 - 14:51

Fólk í Fuglafirði skulu hava møguleika at velja okkurt annað á býráðsvalinum í november. Tí hava tvær kvinnur í næstan eitt ár roynt at savna fólk á ein lista, sum skal vera ópolitiskur.

Tað skulu helst so nógvar kvinnur sum gjørligt á listan. Tað sigur annar av stigtakarunum til listan, Steintóra Nesá.

Listin skal vera ópolitiskur

Flokspolitikkur hoyrir ikki heima í kommunupolitikki, og kvinnurnar eru alt ov illa umboðaðar í kommunalpolitikkinum í Fuglafirði.

Tað fekk tvær kvinnur at seta seg saman fyri umleið einum ári síðani, at umrøða støðuna, og úrslitið var, at tær gjørdu av at skipa ein lista til býráðsvalið í november.

Listin skal vera ópolitiskur, og so nógvar kvinnur sum gjørligt skulu fáast at stilla upp, sigur onnur av stigtakarunum, Steintóra Nesá.

Best um fólk eru óroynd

Best er, um tey sum ætla sær á listan, ikki hava verið uppi í kommunalpolitikki fyrr. Tað halda stigtakararnir vera forkunnugt fyri fólkið.

Steintóra Nesá vil ikki gera samrøðu um ætlanina enn, tí arbeitt verður framvegis við at fáa fólk á listan, og at gera eina valskrá, sum flokkurin ætlar at leggja fram.

Flokkurin fer at leggja eina valskrá fram, tí fólk í Fuglafirði skulu hava eina áhugaverda og sakliga skrá at taka støðu til, sigur hon. Arbeitt verður dúgliga uppundir kommunuvalið í Fuglafirði.

Royna at fáa fleiri kvinnur í politikk

Listi A og B, sum hava meirilutan í Fuglafjarðar býráð, fara at leggja saman til ein lista. Listi D, sum sitandi borgarstjórin, Sonni á Horni, varð valdur á, stillar eisini upp.

Órógv kom í býráðsarbeiðið í Fuglafirði í valskeiðnum, og tí situr borgarstjórin í minniluta. Og so fer nýggi listin at stilla upp, so fólk í Fuglafirði fara at hava minst tríggjar listar at velja ímillum á kommunuvalinum í november.

Í løtuni er bara ein kvinna í býráðnum í Fuglafirði, og tað er Sigga Óladóttir Joensen, hinir átta býráðslimirnir eru menn. Freistin at lata listar inn til kommunuvalið er 18. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Leygardag 9. mai
Vikan 9. mai 2026
208127
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968