Vil hava útgreinað setan

Vil hava útgreinað setan
Jenis av Rana undrast á, at starvið sum serfrøðingur á Umhvørvisstovuni ikki varð lýst leyst, so øll kundu søkja starvið
Jenis av Rana fer mikudagin at seta løgmanni munnligan fyrispurning um serfrøðingastarvið, sum Anni á Hædd brádliga fekk á Umhvørvisstovuni herfyri
 
19.09.2016 - 09:11

Jenis av Rana fer mikudagin at seta løgmanni munnligan fyrispurning um serfrøðingastarvið, sum Anni á Hædd brádliga fekk á Umhvørvisstovuni herfyri.

Hann heldur tað vera margháttligt, at fyrrverandi deildarleiðarin í Innlendismálaráðnum er sett í nýtt serfrøðingastarv í sama ráði, enntá við fíggjarligum sersømdum, tí aðalstjórin ikki hevði álit á henni.

- Tað er ikki komið fram, hvat starv talan er um, heldur ikki nær og hvar hetta almenna starvið varð lýst leyst at søkja og hvussu starvslýsingin ljóðaði, sigur Jenis av Rana.

Jenis av Rana undrast eisini á, hví hesin Anni á Hædd varð sett í starvið framum onnur. Munnligir fyrispurningar verða í Løgtinginum mikudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083