Ung í Føroyum niðarlaga í hagtølunum

Ung í Føroyum niðarlaga í hagtølunum
Næmingar í 9. flokkunum í Føroyum eru framvegis millum tey, sum hava minstu nýtsluna av rúsevnum í Evropa
9. floksnæmingar í Føroyum eru framvegis millum tey, ið hava minstu rúsevnisnýtsluna í Evropa
 
21.09.2016 - 11:09

Tað vísir kanning hjá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fólkaheilsuráðnum, sum varð gjørd í fjør.

Deildin hevur síðan 1989 kannað hugburð, atburð og vitan um millum annað rúsevni hjá ungum í 9. flokki. Talan er um kanningarleist, sum millum 30 og 35 onnur lond í Evropa eisini brúka.

Roykingin nógv minkað

Hóast ung í Føroyum enn eru millum teirra, ið brúka minst av rúsevnum, so liggja vit ikki niðast, tá tað ræður um rúsdrekka. 10 prosent av teimum ungu søgdu seg hava drukkið seg full seinasta mánaðin.

Hetta tal er neyvt tað sama sum í kanningini í 2011, so mest sannlíkt er hetta ein veruligur heilsutrupulleiki millum ung, heldur Pál Weihe, yvirlækni og professari.

Góðu tíðindini eru, at sigarettroykingin er nógv minkað millum tey ungu hesi seinastu 20 árini. Í 1996 royktu útivið 40 prosent dagliga, men í 2015 bara átta prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890