Íslendingar góðkent søluna

Íslendingar góðkent søluna
Kapitalgrundarlagið hjá BankNordik verður minst 100 mió. kr. betri, nú íslendingar hava góðkent, at bankin kann selja tryggingarsamtakið, Vørð
BankNordik og ArionBanki boða nú frá, at íslendsku myndugleikarnir hava góðkent, at Vørður-samtakið, sum BankNordik eigur, kann verða selt
 
23.09.2016 - 15:39

BankNordik og ArionBanki boða nú frá, at íslendsku myndugleikarnir hava góðkent, at Vørður-samtakið verður selt. Eftir ætlan skal handilin verða avgreiddur um tvær ella tríggjar vikur.

BankNordik keypti tryggingarsamtakið, Vørð, í 2009, men í juni 2015 boðaði BankNordik frá, at íslendska tryggingarfelagið var til sølu.

Sølan av Vørði fer at bøta kapitalgrundarlagið hjá BankNordik við í minsta lagi 100 milliónum krónum verður mett.

Fáa 300 milliónir krónur burturúr

BankNordik sparir haraftrat 200 milliónir, nú vinnulívsvirksemið hjá bankanum í Danmark verður niðurlagað.

Tað stendur í fráboðanini hjá BankNork til danska keypsskálan. Bankin fær sostatt til samans 300 milliónir krónur burtur úr søluni og niðurlaðingini.

Í børsfráboðanini verður sagt, at skotið verður helst upp á regluliga aðalfundinum í 2017, at meginpartuin av hesum 300 milliónum í óvæntaðari inntøku verða útlutaður sum vinningsbýti til partaeigarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974