Bara 15 milliónir millum tilboðini

Bara 15 milliónir millum tilboðini
Feløgini, ið bjóða uppá arbeiðið at gera teir báðar undirsjóvartunlarnar, hava gjørt sær ómak, heldur stjórin í tunnilsfelagnum
Norsku byggifyritøkurnar, AF-Gruppen og NCC, bjóða sær til at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Báðar fyritøkurnar liggja lið um lið í kappingini um arbeiðið
 
27.09.2016 - 19:03

Norsku byggifyritøkurnar, AF-Gruppen og NCC, bjóða sær til at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, og báðar fyritøkurnar liggja lið um lið í kappingini um at fáa størstu byggiverkætlan í føroyskari søgu.

Tilboðini vórðu kunngjørd seinnapartin, men kappingin er ikki avgjørd enn, tí bara hálv sekstanda millión krónur er er millum tilboðini. Munurin er sera lítil, tí talan er um eina verkætlan, sum fer at kosta góðar tvær milliardir krónur.

Skriva undir í november

Tilboðið frá NCC er 1.891 mia. krónur og tilboðið hjá AF-gruppen er 1.876 mia. krónur. Stjórin í Tunnilsfelagnum, Teitur Samuelsen, fegnast um, at tilboðini liggja so tætt, tí tað er tekin um, at feløgini hava gjørt sær ómak.

Báðar fyritøkurnar eru norskar, og báðar kenna til føroysk viðurskifti. NCC gjørdi bæði Vága- og Norðoyatunnilin, og AF-Gruppen hevur bjóðað upp á tunnilsverkætlanir í Føroyum.

Sáttmáli verður skrivaður við eina av fyritøkunum í november, og tá væntar Teitur Samuelsen eisini, at fíggingin fyri tunlarnar er fingin.

Vónar at føroyingar kunnu verða við

Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum, kann í dag ikki siga, um undirveitarar í Føroyum verða partur av sáttmálanum við norsku fyritøkuna.

Tó sigur hann, at tað er eitt greitt ynski hjá Tunnilsfelagnum, at so nógvir føroyingar sum tilber verða við í arbeiðnum at byggja tunlarnar.

Tilboðini fevna um sjálva tunnilsgerðina, vegagerð í tunlinum og allar innleggingar, sum ikki hava við streym at gera. Tað arbeiðið verður boðið út seinni, og fer at leggja umleið 10-15 prosent aftrat kostnaðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Fríggjadag 29. november
Góðan morgun Føroyar
184364
Fríggjadag 29. november
EM-trok #1: Vit kenna væl Sveis
184332
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
3-2
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254