- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lættari at selja heimaframleiddan mat

Nú verður lættari hjá føroyskum bóndum at selja matvøru til handlar og matstovur.
Í dag hevur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, lýst nýggja kunngerð, sum er galdandi fyri heimaframleiðslu.
Tað nýggja við kunngerðini er, at nú verður tað lagaligari hjá matvøruframleiðarum selja matvørur til smásølur og matstovur, tí nú verður ikki eitt krav, at matvøran er hagreidd á einum løggildum sláturvirki.
Tað fylgja tó nakrar treytir við kunngerðini.
Fyri at verða skrásettur fyri at kunna selja matvøruna gjøgnum heimaframleiðsluskipanina, skal matvøran verða framleidd, hagreidd og tilvirkað á ognini hjá framleiðaranum, og samlaði árligi umsetningurin skal vera minni enn ein millión krónur uttan mvg.
Kunngerðin fevnir um seyða- og neytakjøt, avroð, haru og villinifugl.


























