Draga ikki somu línu

Draga ikki somu línu
Nevndin, sum í dag fer at handa landsstýrismanninum tilmælið um nýskipan í fiskivinnuni, er ósamd um millum annað kvotu og uppboðssølupartin
 
03.10.2016 - 13:35

Nevndin, ið seinnapartin handar landsstýrismanninum tilmælið um eina nýskipan í fiskivinnuni, er ósamd um millum annað kvotu og uppboðssølupartin.

Tí fær landsstýrismaðurin handað eitt felags tilmælið, har nevndin í ávísum førum hevur býtt seg í meirluta og minniluta.

Klokkan 16 seinnapartin fer nevndin at handa landsstýrismanninum tilmælið um, hvussu fiskivinnan kann nýskipast, umleið tveir mánaðir seinni enn ætlað.

SÍ EISINI Nú kemur fiskivinnutilmælið

Upprunaliga var málið, at nevndin skuldi verða liðug við arbeiðið 1. august. Landsstýrismaðurin fær eitt tilmæli, men partar av nevndini fara at taka fyrivarni.

Millum annað um partin um uppboðssølu, og um partin um kvotur ella fiskidagar. Partar av tilmælinum hava longu verið frammi.

Fiskidagaskipanin avmarkaðan týdning

Tá sást, at nevndin ikki var samd um millum annað kvotur í mun til fiskidagar, tí nevndin skrivaði:

"Meirilutin í nevndini metir ikki, at fiskidagaskipanin saman við øðrum átøkum og reguleringum hevur megnað at tryggja góða stovnsrøkt og stuðla upp undir lívfrøðiliga burðardyggan fiskiskap."

Skrivad varð eisini, at "meirlutin av nevndini metir samanumtikið, at fyrimunir eru við eini kvotuskipan sum frá líður fara at gerast sjónligari enn vansarnir."

Ivast eisini í uppboðssølupartinum

Nevndin hevur eisini verið ivingarsom um uppboðssølupartin. Í hoyringarskrivinum skrivaði nevndin, at:

"Nevndin veit ikki um nakað land, sum lutar øll síni fiskirættindi út á uppboðssølu.Tí er trupult hjá nevndini at meta um avleiðingarnar av at verkseta eina sovorðna skipan."

Víðari stendur: "Nevndin er eisini í iva um, hvussu væl ein uppboðssøla kann tryggja, at aðalendamálini í arbeiðssetninginum kunnu røkkast."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
203980
Týsdag 10. februar
Morgunlestur týsdagur 10.februar 2026
203857
Mánadag 9. februar
Við Tórði á túri á Setrinum (2:3)
203955
Mánadag 9. februar
Norðurljóð 9.februar 2026 "Dina Ögon"
203303
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882