Fer ikki í Fólkatingið

Fer ikki í Fólkatingið
Annita á Fríðriksmørk fer ikki í Fólkatingið á hesum sinni, hevur hon boðað frá fyri løtu síðani
 
06.10.2016 - 14:57

Annita á Fríðriksmørk í Tjóðveldi fer ikki á Fólkating fyri Magna Arge, sum ætlar sær aftur í Løgtingið. Tað boðar Annita á Fríðsmørk frá í einum tíðindaskrivi seinnapartin.

- Sum partur av samgonguni og forkvinna í tingbólkinum hjá Tjóðveldi, eru nógvar spennandi uppgávur, eitt nú fiskivinnunýskipaninan, pensjónsnýskipanin, heilsunýskipanin og stjórnarskipanin, sigur hon.

Hesar uppgavur krevja nógv av politisku skipanini, tí semjur skulu gerast tvørtur um samgonguflokkar, og tvørtur um samgongu og andstøðu sigur Annita á Fríðriksmørk.

- Av tí, at tað ikki ber til at sita í báðum sessum samstundis, boði eg frá, at eg sjálvsagt taki løgtingsarbeiðið framum, og harvið ikki taki av fólkatingssessinum, sum stendur mær í boði, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815