Gongur væl í byggivinnuni

Gongur væl í byggivinnuni
Byggivinnan í Føroyum er í serflokki, tá ræður um framgongd á arbeiðsmarknaðinum, vísa nýggjastu hagtølini
Í juli í ár arbeiddu 229 fleiri fólk í byggivinnuni í Føroyum enn árið fyri. Vøksturin svarar til 6,5 prosent
 
14.10.2016 - 14:54

Í juli í ár arbeiddu 229 fleiri fólk í byggivinnuni í Føroyum enn árið fyri. Vøksturin er 6,5 prosent, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni.

3.742 fólk vóru í byggivinnuni 1. juli í ár. Í juli 2016 vóru 25.910 løntakarar í Føroyum, 516, tvey prosent, fleiri enn í juli í fjør.

Framgongd er í øllum høvuðsvinnubólkunum, uttan í fiskivinnuni og alivinnuni, har er lítil afturgongd skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777