- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vinnuferð til Kina

Tað er Uttanríkis og Vinnumálaráðið, sum skipar fyri ferðini. 30. oktober til 2. november vitjar ferðalagið í Beijing, har ið fundir verða við myndugleikar.
Millum annað verður farið á fund við heilsufrøðiliga myndugleikan við tí endamáli at tryggja nøktandi heilsufrøðiligar skipanir fyri útflutningi av fiski úr Føroyum til Kina.
14 fyritøkur við
Fundur verður eisini við kinverska handilsmálaráðið, har ið møguleikarnir fyri at menna fríhandil landanna millum er á skrá.
Eisini verður vitjað á størstu fiskivinnumessu í Asia, og fundur verður eisini við handilsskamarið fyri matvørur. Ferðin varir frá 30. oktober til 4. november.
Á ferðini luttaka umboð fyri 14 føroyskar fyritøkur, Vinnuhúsið og Heilsufrøðiliga Starvsstovan, stendur í tíðindaskrivi frá Uttanríkis og vinnumálaráðnum.


























