Býráðssalurin flytast

Býráðssalurin flytast
Býráðsalurin í Klaksvík skal flyta í Mentanarhúsið, tá tað er liðugt í 2019, hevur Klaksvíkar býráð samtykt
 
03.11.2016 - 12:31

Klaksvíkar býráð hevur samtykt at geva grunninum, Mentanarhúsið í Klaksvík, treytaða tilsøgn um 15 milliónir krónur í íløgustuðli, og 300.000 krónur í árligum rakstrarstuðli.

Hetta verður gjørt eftir tilmæli frá meiriluta í fíggjarnevndini. Kommunan er eisini sinnað at leiga umleið 600 fermetrar í bygninginum til býráðshøll, móttøku og annað virksemi.

Umsitingin flytur ikki

Leigugjaldið verður ásett eftir vanligum treytum, ið eru galdandi fyri slík leigumál, sæst í samtykini hjá býráðnum.

Nýggja Mentanarhúsið í Klaksvík er Posthúsið, sum liggur mitt í býnum.

Hóast býráðssalurin verður fluttur í Mentanarhúsið, so skulu býráðshúsini í Nólsoyar Pálsgøtu framvegis nýtast til umsiting hjá kommununi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Fríggjadag 6. mars
Vikuskiftið 6 mars 2026
205251
Fríggjadag 6. mars
LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas)
205241
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189