Kærunevnd: Landið hevur ábyrgdina

Kærunevnd: Landið hevur ábyrgdina
Landið skal veita dagtilboð til fólk, sum eru yngri enn 67 ár, staðfestir ein kærunevnd, ið eisini eftirlýsir greiðari reglur á økinum
 
03.11.2016 - 09:56

Landið eigur ábyrgdina av at veita dagtilboð til fólk undir 67 ár, ið hava demens.Tað staðfestir Markamótsnevndin, ið er ein kærunevnd

Síðan eldraøkið varð lagt út til kommunurnar, hevur ósemja verið millum land og kommunur um, hvør eigur ábyrgdina av fólki undir 67 ár, ið hava tørv á røkt ella hjálp, sum til dømis fólk við demenssjúkum.

Almannaverkið vísti til kommununa

Avvarðandi hjá einari kvinnu, yngri enn 67, ið hevur Alzheimers, søktu Almannaverkið um dagtilhald til kvinnuna um dagin, men Almannaverkið svaraði, at tað var kommunan, ið hevði høvuðsábyrgdina.

So vendi familjan sær til Tórshavnar kommunu, men kommunan segði, Almannaverkið hevði ábyrgdina og at kommunan ikki hevði tilboð til heimabúgvandi við Alzheimer, og at kommunan hvørki hevur heimild ella skyldu at veita slík tilboð.

Málið endaði so hjá Markamótsnevndini. Niðurstøðan hjá nevndini er, at dagtilhald til heimabúgvandi fólk undir 67 ár við demens ikki er ein kommunal uppgáva. Tað vil siga, at uppgávan hoyrir heima hjá landinum.

Vilja hava greiðari reglur

Reglurnar eru ógreiðar heldur nevndin, sum í niðurstøðuni eisini heitir á Almannamálaráðið og Kommunufelagið, sum skjótast um at semjast um greiðari reglur um viðurskiftini hjá fólki undir 67 ár við demens.

Nevndin heldur, at fólk undir 67 við demens ikki hava fingið nøktandi raðfesting í lógararbeiðinum, tá eldraøkið varð lagt frá landi til kommunur.

Forkvinnan í Alzheimerfelagnum, Malan Mohr, fegnast um niðurstøðuna hjá Markamótnevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817