Fiskivinnunýskipanin er sum ein keipuleikur

bannari
Fiskivinnunýskipanin er sum ein keipuleikur
Vit vita ikki, hvat samgongan er samd um, og landsstýrismaðurin hevur ikki flutt seg ein millimetur, segði Jørgen Niclasen á landsfundinum í gjár
 
20.11.2016 - 10:54

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur ikki flutt seg ein millimetur nærri nøkrum andstøðuflokki. Tað segði Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, á landsfundi floksins í gjár. 

Fiskivinnunýskipanin tykist sum ein keipuleikur. Vit hava verið á nógvum fundum. Teir flestu, har embætisfólk hava útlagt tekstin hjá nýskipanarnevndini. Landsstýrimaðurin er sera væl nøgdur við hvønn fund, men einki er hent, segði Jørgen Niclasen. 

Veit ikki, hvat samgongan er samd um

- Vit vita ikki, hvat samgongan er samd um, og landsstýrismaðurin hevur ikki flutt seg ein millimetur móti nøkrum andstøðuflokki, sigur Jørgen Niclasen.

Fyri hann er altavgerandi, at arbeiðsplássini hjá okkara fiskimonnum øll skulu seljast á uppboðssølu, segði Jørgen Niclasen.

Hann samanbar formenninir í samgonguflokkunum við teir í skaldsøguna Feðgar á ferð. Jørgen Niclasen segði, at ein fiskivinnunýskipan má geva vinnuni tryggar karmar. 

Einki mótvalevni á landsfundi

- Ein uppboðssøla er at selja skinnið, áðrenn bjørnin er skotin. Hon drenar vinnuna og steðgar nýíløgum og konsolidering. Vit verða afturúrsigld.

Okkara áheitan er, segði Jørgen Niclasen, at skipa fiskivinnuna í einari loyvisskipan við einum áramáli, eins og alivinnan.

Løgmaður hevur fegnast um alivinnuna og átti tí at kunnað gjørt semju við Fólkaflokkin um líknandi skipan fyri fiskivinnuna, segði Jørgen Niclasen, sum varð afturvaldur til formann Fólkafloksins á landsfundinum í gjár. Eingin bjóðaði honum av.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391