Verjin vil hava ávaring

Verjin vil hava ávaring
Trygd á sjónum er nýtt málsøki í Føroyum, og vit eiga ikki at leggja út við fongsulsrevsing, segði verjin hjá skiparanum á Anitu í rættinum
 
20.11.2016 - 14:53

Tað ber ikki til at taka so rívan til fyrstu ferð, lógin skal roynast í rættinum. Ein ávaring er nóg mikið. 

Harafturat eru liðin hálvt triðja ár, síðani vanlukkan var, og tað er alt ov long tíð. Tað eigur at metast sum linkaði umstøður. 

SÍ EISINI Dómsviðgerðin liðug: Dómur fellur um eina viku

Tað segði verjin hjá skiparanum á Anita, sum ákæruvaldið vil hava dømdan treytaða fongulsrevsing fyri vanlukkuna í februar 2014, tá Anita misti ein mann fyri borð. 

Maðurin fór út við gørnunum, tá teir settu í ringum veðri undir Føroyum. Tað er ikki so langt síðani, at føroyingar yvirtóku málsøkið trygd á sjónum.

Tí er ikki rættiliga nøkur rættarvenja enn á økinum.  Hetta er fyrstu ferð, at ákæruvaldið í Føroyum krevur fongsulsrevsing fyri at bróta lógina. Vanliga er revsingin bót.

Verjin: Ávaring er nokk

Jens Andrias Vinter, verji hjá skiparanum, helt ikki, at fyrsti dómurin av hesum slagnum eigur at vera fonsgulsrevsing. Tað er ikki rætt at leggja so hart út, segði hann. Í staðin fyri eigur skiparin at fáa eina ávaring, segði hann.

Ákærin, Linda Hesselberg, segði, at eingin dómur er at brúka sum fyrimynd. Men við at døma fongsulsrevsing, hóast treytað, verður greitt tekin sent øðrum, sum ikki halda lógina um trygd á sjónum, segði hon.

Vil Føroya rættur ikki døma stutta, treytaða fongsulsrevsing, krevur ákæruvaldið 60.000 til 80.000 krónur í bót fyri brot á lógina um trygd á sjónum og á manningarlógina, fyri grovt ósketni, sum gjørdi, at maðurin fór fyri borð.  

Dómur fellur á middegi fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429