Farin at ótolnast

bannari
Farin at ótolnast
Nývalda býráðið í Havn vil nú hava Heðin Mortensen, borgarstjóra, at kalla inn til fund skjótast gjørligt, so nýggja býráðið kann skipast
Annika Olsen, og hini í nývalda býráðnum í Havn, er farin at ótolnast eftir fundarinnkalling frá Heðini Mortensen, so nýggja býráðið kann skipast
 
30.11.2016 - 14:44

Nývalda býráðið í Havn er við at ótolnast, tí tey ikki eru sloppin at skipa seg enn. Tey hava í dag sent Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn, skriv.

Nývalda býráðið heitir nú á Heðin Mortensen, borgarstjóra, um at kalla inn býráðið skjótast gjørligt, so nýggja býráðið í Havn kann skipast.

31 dagar at skipa seg

Sambært lógini um kommunustýri, skal nývalda kommunustýrið skipa seg í seinasta lagi innan árslok. Tað er um 31 dagar.

Heðin Mortensen fer frá sum borgarstjóri á nýggjárinum, tí nýggja býráðið skal taka við fyrsta januar, tað vil siga um góðar fýra vikur.

Tað er longu nú greitt, at Annika Olsen úr Fólkaflokkinum verður nýggjur borgarstjóri og Gunvør Balle úr Tjóðveldi verður varaborgarstjóri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. mai
"Her er einki annað ljóð."
191893
Mánadag 19. mai
Morgunlestur mánadagur 19.mai 2025
192051
Mánadag 19. mai
Góðan morgun Føroyar
192041
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925