- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oyggjaleikavarpið #4: Nýggja svimjiættarliðið bjóðar av um medaljurnar

Í fjórða parti av Oyggjaleikavarpinum varpa vit ljós á svimjingina. Gestur er Alvi Hjelm, fyrrverandi svimjari og næstformaður í Svimjisambandinum. Søguliga hevur svimjingin vunnið Føroyum nógv heiðursmerki. Tað er ikki óhugsandi, at tað verður sama søga á Orknoyggjunum í summar.
- Hyggja vit eftir tilmeldingartíðunum, liggja vit til sjey gullheiðursmerki. Tá telji eg ikki liðkappingarnar við, men vit hava eina góða blanding av svimjarum serliga til blandaðu stafettina, sigur Alvi Hjelm.
Hann situr í nýggju svimjihøllini í Gundadali og hugleiðir um støðuna hjá svimjingini. Hann eigur framvegis eitt oyggjaleikamet, men tað eru tekin um, at tað skjótt verður tikið.
- Ja, eg havi eitt met í 4x100 metrum, men har er ein tilmeldaður við eini tíð, sum er betri, enn mín var í 2019. Um tað var ein føroyingur, hevði eg einki havt ímóti tí, men tað er tað ikki, so eg vóni, at metið stendur við, sigur Alvi Hjelm brosandi.
Í Svimjisambandinum eru tey í stóran mun til reiðar til oyggjaleikirnar. Í løtuni leggja venjararnir seinastu hond á fyrireikingarnar. Hóast Svimjisamband Føroya hevur altjóða limaskap og luttekur í stórum kappingum, eiga oyggjaleikirnir eitt serligt pláss.
- Oyggjaleikirnir hava ein serligan týdning fyri svimjingina, og tað hava teir altíð havt. Onkuntíð sikta svimjarar eftir eini aðrari kapping – men eg kann siga við vissu, at tað er ongin svmjari, sum nakrantíð hevur spart seg á oyggjaleikunum. Tað er nakað heilt serstakt, tí tú umboðar Føroyar, sigur Alvi Hjelm.
SÍ EISINI: Alt um oyggjaleikir
Vón um fleiri heiðursmerki
Klaksvíkingurin sigur, at tey vitjandi eru hugtikin av nýggju svimjihøllini í Gundadali, og at svimjingin hevur fingið tað plássið, sum hon hevur brúk fyri í høvðusstaðnum. Tað hevur týdning, at fáa breiddina við.
- Um vit skulu vinna svimjingina á oyggjaleikum, krevur tað ein breiðan hóp av góðum svimjarum. Vit hava fyrr verið vælsignað við Páli V. Joensen, men sjálvt ikki hann kundi vinna svimjikappingina einsamallur. Vit skulu hava fleiri góðar svimjarar við, um tað skal eydnast, sigur Alvi Hjelm og leggur afturat:
- Tað skal altíð takast fyrilit fyri tilmeldingartíðum, men eg meti, at vit hava møguleika at fáa heiðursmerki í næstan øllum greinum. Elisabeth Erlendsdóttir, Lea Osberg Højsted, Bartal E. Eidesgaard, Isak Brisenfeldt og Líggjas Joensen hava øll møguleikar fyri at vinna gull.
Partur av størri heild
At umboða Føroyar á oyggjaleikunum kemur ikki uttan eitt ávíst trýst. Tá ert tú partur av nøkrum størri, og tað snýr seg ikki bara um einstaka svimjaran, ella um svimjing, men um eina størri eind.
- Tað er ymiskt frá svimjara til svimjara hvussu tú taklar tað, men tað er eitt trýst. Serliga fyri svimjararnar, ið eru við fyri fyrstu ferð. Tað er týdningarmikið, at fólkini rundanum eru um tey og greiða frá, hvussu tað er, heldur Alvi Hjelm fyri.
Kappingarneytarnir á oyggjaleikunum eru millum annað Jersey og Caymannoyggjarnar. Serliga Caymannoyggjarnar hava einstaklingar í heimselituni.
- Vit hava ikki sett eitt beinleiðis tal á. Tað eru gullheiðursmerkini, sum telja samanlagt, men eg haldi ikki, at vit skulu bíta okkum so fast í gullið. Um vit hyggja at gullheiðursmerkjum, vilja vit vinna tær sjey greinarnar, har vit hava bestu tilmeldingartíð. Tó mást tú altíð íroknað dagsformin, og at kappingarneytarnir kunnu verða blivnir betri, sigur Alvi Hjelm.
Hesi umboða Føroyar í svimjing á Orknoyggjum:
Alisa Vestergård (2003), SuSvim
Bjarta í Lágabø (2009), SuSvim
Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS
Jóhanna Ólavsdóttir (2007), Ægir
Jonna Joensen (2005), Ægir
Lea Osberg Højsted (2008), Ægir
Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
Heini Mohr Askham (2006), Ægir
Isak Brisenfeldt (2006), HS
Jón Hofgaard (1992), SuSvim
Líggjas Joensen (2008), Ægir
Silas Dam Lindberg (2008), HS





















