Murman Seafood: Søgurnar eru allar íspunnar

Murman Seafood: Søgurnar eru allar íspunnar
Allar søgurnar um, at skip hjá Murman Seafood njósna og at felagið skal hava óbeinleiðis samband við Vladimir Putin, eru íspunnar, sambært Sergey Kabanov, samskiftisstjóra
Sergey Kabanov, samskiftisstjóri hjá Murman Seafood, vísir øllum skuldsetingum aftur, um at felagið fæst við njósning
Mynd: Murman Seafood  
 
10.07.2025 - 19:00

Murman Seafood fæst við fiskivinnu og onki annað.

Tað eru greiðu boðini frá Sergey Kabanov, samskiftisstjóra hjá russiska felagnum Murman Seafood, í skrivligum boðum til Kringvarpið í dag.

- Skipini eru ikki til vanda fyri Noreg ella nakran annan. Tey hava aldri verið við í nøkrum njósnaraátaki. Tey fiska, og tað er tað. Tey hava hava aldri gjørt skaða á nakran kaðal ella nakra olju- ella gassleiðing, skrivar Sergey Kabanov.

Hann sigur, at allar hesar ákærurnar eru tað bera møsn.


Uttanríkisráðið heldur nakað annað
Mánadagin sendi norska uttanríkisráðið út tíðindaskriv, har tey boðaðu frá, at tey banna feløgunum Norebo og Murman Seafood at hava virksemi í Noreg. Skipini fáa forboð at koma í norskan sjógv og í norskar havnir. Eisini leggur norska uttanríkisráðið dent á, at feløg í Noreg hava skyldu til at frysta og halda aftur allar pengar og allar ognir, sum hava nakað við Norebo ella Murman Seafood at gera.

Espen Barth Eide, norskur uttanríkisráðharrin ger greitt, at avgerðin er tikin á trygdarpolitiskum grundarlag.

- ES grundar sítt bann á, at tey bæði fiskivinnufeløgini, Norebo JSC og Murman Seafood, eru ein partur av einum russiskum statsfíggjaðum fregnartænastuátaki ímóti týðandi undirstøðukervi í norskum sjóøki og hjá sameindum. Slíkt virksemi kann gera tað lættari at fremja yvirgangsvirksemi og hótta týðandi norsk trygdarpolitisk áhugamál, sigur norski uttanríkisráðharrin, Esben Barth Eide í tíðindaskrivinum.


Noreg hevur sambært norska uttanríkisráðharranum, Espen Barth Eide, tikið støðuna grundað á trygdarpolitisk viðurskifti. (Mynd: Cecilie Stuedal)


Sigldi yvir kaðlum
7. januar í 2022 fekk annar av kaðlunum millum Svalbard og meginlandið skaða. AIS data úr økinum vísa, at Melkart-5 hjá Murman Seafood um hetta mundið silgdi fleiri ferðir yvir kaðlunum. Hetta vísa AIS skipadata, sum fleiri norskir miðlar hava fingið fatur á, harímillum NRK og The Barents Observer.


AIS data vísa, at Melkart-5 sigldi fleri ferðir yvir kaðlunum við Svalbard um sama mundið, at annar fekk skaða. (Mynd: Dossier Center)


Ivamál um ognarskap
Kringvarpið skrivaði í gjár í greinini "Vinmaður Putin hevur tvey fiskiloyvi í Føroyum", at Russiski oligarkurin, Vitaly Orlov, eigur tvey skip við fiskiloyvi í Føroyum og hevur atongd til føroyskar havnir. Hetta grundaðu vit á, at veruligi eigarin av Murman Seafood sambært fleiri keldum skal vera móðirfelagið Norebo, sum Vitaly Orlov eigur. Og, at oligarkurin, Vitaly Orlov, sambært the The Barents Observer og fleiri øðrum keldum, er tættur vinmaður og stuðul hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin.

Hetta er ikki rætt, sambært kunningarstjóranum hjá Murman Seafood, Sergey Kabanov.

- Onki samband er millum "vinmannin hjá Putin" og føroysku fiskiloyvini. Vitaly Orlov hevur onki samband við skipini bæði. Eigarin av Murman Seafood er ongin annar enn stjórin í felagnum, Vladimir Khizhnyakov, skrivar samskiftisstjórin.

Her kann tað vera, at hann hevur rætt. Tí tað er ógvuliga trupult at koma fram at ognarskrásetingum fyri slík feløg í Russlandi. Tá vit kanna keldutilfarið nærri, so eru tað framvegis nakrar keldur, ið vilja vera við, at beinleiðis ognarskapur er millum hesi feløg, meðan aðrar siga, at talan er um kappingarneytar, sum tó samstarva fyri russiska statin um fregnartænastuvirksemi.

Tí kunnu vit ikki beinleiðis staðfesta sambandið ímillum Vladimir Putin og tey bæði fiskiloyvini í Føroyum.


Arnold Kukushkin hevur verið og er møguliga enn fregnartænastumaður. Hann er sambært samskiftisstjóranum, farin frá sum varastjóri í Murman Seafood. (Mynd: Murman Seafood)


Varastjórin var fregnartænastumaður
- Tann nevndi varastjórin, Arnold Kukushkin, hevur aldri verið í starvi hjá nakrari fregnartænastu, skrivar Sergey Kabanov, samskiftisstjóri hjá Murman Seafood í teldupostinum til Kringvarpið.

Tó sigur hann seinni í teldupostinum, at Arnold Kukushkin hevur verið í starvi hjá fregnartænastuni FSB, men at veruliga fregnartænastan í Russlandi ímóti øðrum londum eitur SVR.

Tað er rætt, at munur er á FSB og SVR. Sambært fleiri yvirlitum, so er SVR meira heimsumfatandi enn FSB.

Miðilin The Barents Observer veit gjøgnum óhefta russiska Dossier Center at siga, at Arnold Kukushkin, var høgt standandi FSB officerur í Murmansk frá 2010 til 2015.

Kanningarnar hjá Dossier Center siga eisini samband vera millum Arnold Kukushkin og eina serdeild í fregnartænastuni, sum hevur ræði á kavbátum og servandum deildum, sum hava støð á Kola hálvoynni. Serdeildin ber heitið GUGI og er ein av mest loyniligu deildunum í russiska herflotanum.

Sergey Kabanov, samskiftisstjóri, sigur, at GUGI deildin ikki er til, og at Arnold Kukushkin er givin at arbeiða hjá Murman Seafood.

LES EISINI:

Vinmaður Putin hevur tvey fiskiloyvi í Føroyum

Fyrrverandi føroysk skip á svartalista

Uttanlandsnevndarlilmir: Skipini mugu bannast

Landsstýrið tekur støðu til russisk skip eftir ólavsøku

Norskir myndugleikar: Skipini njósnast

Forbodnu skipini hava fiskað í Føroyum

Eru bannað í Noreg og ES og hava fiskiloyvi í Føroyum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 14. desember
Sunnudagstónar 14. desember 2025
201488
Sunnudag 14. desember
Ættirnar syngja og suða
201485
Sunnudag 14. desember
Bolero
201483
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta í Havnar kirkju
201482
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Sunnudag 14. desember
Andaktin 3.sunnudag í advent
201480
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424