Kringvarpið framleiða tilfar til útlendingar

Kringvarpið framleiða tilfar til útlendingar
Kringvarpið skal vera við í royndunum at integrera útlendingar, sum flyta til Føroya at búgva, stendur í nýggjum public service-sáttmála
Kringvarpið skal gera upplýsandi tilfar til tilflytarar. Tað stendur í nýggja public service-sáttmálanum
 
01.12.2016 - 10:53

Kringvarpið skal gera upplýsandi tilfar til tilflytarar. Tað stendur í nýggja public service-sáttmálanum, sum landsstýriskvinnan í mentamálum fer at leggja fyri Løgtingið í  morgin.

Aðalorðaskifti verður um public service-sáttmálan um eina viku. Sáttmálin skal koma í gildi á nýggjárinum og vara til 31. desember 2020.

Sáttmálin úr gildi í 2013

Fyrsti public service sáttmálin millum Kringvarpið og Mentamálaráðið fór úr gildi nýggjársaftan 2013. Ikki fyrr enn nú er nýggjur gjørdur.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, sigur við Sosialin í dag, at í nýggja sáttmálanum verða tíðindi, aktuelt, mál og mentan, tilfar til børn og ung og tekstaðar sendingar til fólk, sum hoyra illa, raðfest.

Harafturat skal gerast upplýsandi tilfar til tilflytarar fyri at stuðla upp undir integrasjón, so útlendingar gerast partur av føroyska samfelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525