Játtað sær sjálvum hægri løn

Játtað sær sjálvum hægri løn
Stýrið fyri Búnaðargrunnin hevur játtað sær sjálvum hægri samsýning
 
03.12.2016 - 13:55

Á fundi 25. mars 2015 samtykti stýrið, at fundarsamsýningin skuldi broytast soleiðis, at formaðurin fær 10.000 kr. um mánan, næstformaðurin fær 7.500 kr. um mánan, og at aðrir stýrislimir fáa 5.000 kr. um mánaðin.

Hetta átala løgtingsgrannskoðararnir í síni seinastu frágreiðing, tí teir halda, at tað er skeivt, at umsitarar av almennum pengum játta pening til sín sjálvs.

Løgtingsgrannskoðararnir hava spurt, um Høgni Hoydal, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, er kunnaður um, hvør orsøkin er til at samsýningin til nevndina er hækkað.

Høgni Hoydal hevur svarað 28. november 2016, at hann ikki er kunnaður serstakt um broytingina.

Men hann viðmerkir tó, at "tveir aðrir føroyskir grunnar eru, hvørs virksemi er sambæriligt við tað hjá Búnaðargrunninum. Hesir eru Bústaðir og Realurin, og er samsýningin til stýrislimirnar hjá Búnaðargrunninum lutfalsliga lágt sett í mun til hesar.

Í stýrinum sita: Magnus S. Petersen, formaður, Eynar Martin Kjærbo, næstformaður, Niels Th. Pedersen, Rannvá B. Magnussen og Una Joensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444