Væl meira inn í skatti

Væl meira inn í skatti
Vágs kommuna hevur higartil í ár fingið væl meira inn í persónsskatti enn í 2015, hóast kommunuskatturin lækkaði hálvt prosentstig á nýggjárinum
Vágs kommuna fer væntandi at fáa fýra milliónir krónur meira inn í persónsskatti í ár enn kommunan metti frammanundan
 
06.12.2016 - 09:47

Vágs kommuna hevur higartil í ár fingið 38,6 milliónir krónur inn í persónsskatti. Tað eru 3,25 milliónir meira enn sama tíðarskeið í 2015.

Vøksturin í tíðarskeiðnum er 9,2 prosent, skrivar Suðurrás. Í fíggjarætlanini fyri 2016 vórðu inntøkurnar mettar til 38 milliónir krónur.

Nú árið nærkast endanum metir Vágs kommuna, at inntøkurnar frá persónsskatti fara upp um 42 milliónir krónur til samans.

Kommunuskatturin í Vágs kommunu lækkaði 1. januar í ár 0,45 prosentstig, úr 22,95 prosentum niður í 22,50 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793