Skuldin næstan ferfaldað

Skuldin næstan ferfaldað
Á nýggjárinum í fjør skyldaði fiskiflotin tríggjar milliardir og 464 milliónir krónur. Fyri 20 árum síðani var skuldin ein fjórðing av upphæddini
Skuldin í føroyska fiskiflotanum var á nýggjárinum í fjør stívliga hálva fjórðu ferð størri enn fyri 20 árum árum síðani, tá lógin um vinnuligan fiskiskap og fiskidagaskipanin komu
 
07.12.2016 - 07:44

Skuldin á nýggjárinum í fjør var stívliga hálva fjórðu ferð størri enn fyri 20 árum árum síðani, tá lógin um vinnuligan fiskiskap og fiskidagaskipanin komu. 

Skuldin er vaksin 400 milliónir seinastu fimm árini. Samstundis er føroyski fiskiflotin minkaður og ikki endurnýggjaður.

Eggjar til handil við loyvum

Hetta er júst orsøkin til kreppuna nógva staðni í fiskiflotanum, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum hevur svarað skrivligum fyrispurningi frá Jógvani á Lakjuni, løgtingsmanni.

Virðið á goodwill, sum veiðiloyvi hava, varð uppgjørt til 40-45 milliónir krónur fyri 12 til 14 árum síðani. Seinastu árini er sama virðið bókført til 500 til 600 milliónir krónur.

Hendan uppgerðin vísir, at verandi skipan eggjar til, at fiskirættindi verða seld og keypt á privatum marknaði. 

Vindur upp á seg

Samstundis kann skipanin eggja til, at peningur verður tikin úr fiskivinnuni, og fíggjarligi váðin verður ovurstórur, sigur Høgni Hoydal. 

Tað hevur vundið upp á seg, at fiskiskip verða seld og síðani keypir tann, sum seldi skipið, skipið aftur.

Í 2014 vórðu 24 skip seld í Føroyum, har tað ikki sæst í skipaskrásetingini, at skipið er selt uppruna eigaranum aftur. Í fjør vóru bara átta slíkar sølur og higartil í ár eru fimm.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096