- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógvar marknaforðingar millum Norðurlondini

Flestu forðingar, sum føroyingar renna seg í, eru forðingar á markinum millum Føroyar og Danmark.
Poul Michelsen, landsstýrismaður í norðurlendskum samstarvi, hevur svarað Helga Abrahamsen, løgtingsmanni.
Helgi Abrahamsen spurdi um forðingar, sum framvegis gera tað trupult ella ómøguligt hjá fólki at virka tvørtur um norðurlendsku landamørkini.
Arbeiðsbólkur settur
Ein føroyskur marknaforðingarbólkur er settur við umboðum frá ymsum myndugleikum. Bólkurin skal finna og eyðmerkja forðingar, sum skulu viðgerast.
Men einstaki myndugleikin skal tó loysa ítøkiligu forðingarnar, sigur landsstýrismaðurin.
Eitt yvirlit við kendum marknaforðingum, bæði í ríkisfelagsskapinum og í Norðurlondum, er gjørt og skal dagførast.
Gamalt rundskriv víðkað
Rundskrivið um lógarsmíð frá 2000 er víðkað soleiðis, at ávirkan á hini Norðurlondini eisini er vorðin partur av arbeiðinum at eftirkanna lógaruppskot, sum verða løgd fyri Løgtingið.
Í lógaruppskotum skal vera upplýst, um kendar marknaforðingar eru, ella um uppskotið kann elva til marknaforðingar.
Serliga skal ansast eftir í lógaruppskotum um arbeiðsmarknað, útbúgving og sosiala økið, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í norðurlendskum samstarvi.



























