Skaðar fyri útivið 50 milliónir

Skaðar fyri útivið 50 milliónir
Ódnirnar, sum gjørdu um seg á jólum, eru ein fíggjarligur smeitur hjá tryggingarfeløgunum. Til samans 2.400 skaðar eru fráboðaðir
Ódnirnar, sum herjaðu Føroyar millum jól og nýggjár, hava gjørt skaðar fyri nógvar milliónir krónur tilsamans
 
02.01.2017 - 12:20

Kringvarpið hevur í dag tosað við Tryggingarfelagið Føroyar og Trygd, sum siga, at skaðar eru fyri til samans 45-50 milliónir krónur.

Tryggingarfelagið Føroyar hevur fingið 1.700 fráboðanir um skaðar. Heðin D. Poulsen deildarstjóri fyri skaðaøki sigur, at metingarnir higartil vísa, at skaðarnir kosta umleið góðar 30 milliónir krónur. 

Tað kann tó blíva meira umfatandi, sigur Heðin D. Poulsen hjá Tryggingarfelagnum Føroyum. Tað verður greitt, tá hugt er nærri at ymsum skaðum.

Óvist hvussu nógv kundar fáa endurgoldið

Trygginarfelagið Trygd hevur fingið 700 fráboðanir um skaðar. Ella Mortensen, deildarleiðari fyri skaðatænastuna sigur, at tey meta, at skaði er gjørdur fyri umleið 15-20 milliónir krónur.

Sostatt er talan til samans um skaðar fyri 45-50 milliónir krónur, siga fyribils metingarnar hjá teimum báðum tryggingarfeløgunum.

Enn er tó ikki greitt, hvussu stóran part tey bæði tryggingarfeløgini eiga og fara at rinda sínum kundum. Tað vita tey seinni í mánaðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087