Danski uttanríkisráðharrin vitjar

Danski uttanríkisráðharrin vitjar
Beint eftir døgurða kemur danski uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen, á vitjan í Føroyum. Vitjanin varar í umleið eitt samdøgur
Anders Samuelsen, danskur uttanríkisráðharri, kemur í dag á stutta føroyavitjan
Mynd: DR  
 
05.01.2017 - 11:00

Longu klokkan trý seinnapartin skal Anders Samuelsen á fund við Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum.

Eftir tann fundin, klokkan hálvgum fimm verður tíðindafundur í Tinganesi. Í kvøld verður Poul Michelsen, landsstýrismaður vertur við ein døgurða í Áarstovu.

Fyrrapartin í morgin skal Anders Samuelsen fyrst vitja vindmyllulundina hjá SEV í Húsahaga, har Hákun Djurhuus, stjóri fer at greiða frá um ætlaninar sum liggja fyri framman.

Stutt vitjan

Síðani fer danski uttanríkisráðharrin at vitja Visit Faroe Islands, har Guðrið Højgaard fer at kunna um ferðavinnuna.

Klokkan 11 fríggjamorgunin fer Anders Samuelsen á fund við Uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum, áðrenn hann saman við limunum í Uttanlandsnevndini fer at eta morgunmat hjá Ríkisumboðnum.

Longu klokkan gott hálvgum trý seinnapartin í morgin fer Anders Samuelsen aftur til Danmarkar við Atlantic Airways.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210