Fakfeløg lýsa mynstringarbann

Fakfeløg lýsa mynstringarbann
Longu áðrenn nýggjasta uppsjóvarskipið er komið til landið, lýsa fleiri fakfeløg bann fyri at mynstra við pelagiska trolaranum, Thor hevur keypt
Føroyingar sleppa ikki at mynstra við pelagiska trolaranum, Hoyvík, sum Thor í Hósvík hevur keypt frá norðmonnum. Galdandi sáttmáli verður ikki hildin, siga trý fakfeløg
 
06.01.2017 - 14:16

Tað er gravgangur eftir at sleppa við nýggjasta uppsjóvarskipinum í flotanum, men teir, sum hava biðið sær kjans, skulu ikki gleða seg ov tíðliga.

Skipið kemur til Føroyar um vikuskiftið, men tað verður ikki við vælsignilsi frá fakfeløgum, at føroyingar sleppa at mynstra við nýggja skipinum.

Sáttmáli ikki hildin

Fiskimannafelagið, Maskinmeistarafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið nokta limum í fakfeløgunum at mynstra við skipinum, siga tey í fráboðan.

"Við hesum banna undirritaðu manningarfeløg limum sínum at mynstra við nýggja uppsjóvarskipinum Hoyvík, so leingi ongin avtala er við reiðaríið um manningarviðurskiftini, og galdandi sáttmáli tískil ikki verður hildin."

Tað siga tey trý fakfeløgini í felags fráboðan. Tað er reiðaríið Thor í Hósvík, sum eigur uppsjóvarskipið, Hoyvík, sum kemur til landið um vikuskiftið. Skipið er keypt úr Noregi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083