Gransking: So lætt kanst tú leingja um lívið

Gransking: So lætt kanst tú leingja um lívið
Tú kanst bøta munandi um heilsuna, venur tú hart bara eina ferð um vikuna. Tað staðfestir nýggj gransking, ið júst er kunngjørd
Tú kanst minka munandi um vandan fyri at doyggja av hjartasjúkum og krabbameini, um tú bara gevur tær stundir at venja, tá vikuskiftið er sambært nýggjari gransking
 
10.01.2017 - 15:32

Hevur tú ikki tíð at røra teg 30 minuttir hvønn dag, sum heilsumyndugleikarnir hava mælt til leingi? So eru hetta tey góðu tíðindini til tín.

Tú kanst minka um sannlíkindini fyri at doyggja av hjartasjúkum og krabbameini, um tú bara gevur tær stundir at venja eina ferð um vikuna.

Tað er ein av niðurstøðunum í nýggjari gransking, sum granskarar í Onglandi hava gjørt, ið varð kunngjørd í vísindatíðarritinum, JAMA, í gjár.

Skal ikki so nógv til

- Fólk, sum bara venja eina-tvær ferðir um vikuna, fáa ávísan ágóða av venjingini, sigur Gary O'Donovan, høvuðsgranskari, sambært videnskab.dk

Yvirskipað minkar vandin fyri at doyggja munandi millum fólkini, sum bara vandu um vikuskiftini, er ein av niðurstøðunum í nýggju granskingini.

- Tað er líkt til, at títtleikin og longdin ikki hevur so nógv at siga, í mun til at minka um vandan fyri ymisku sjúkunum, sigur Gary O'Donovan.

Tað siga tilmælini

Føroysku heilsumyndugleikarnir mæla fólk til at røra seg ein hálvan tíma hvønn dag. Meira ítøkiligir eru myndugleikarnir í Føroyum ikki.

Donsku heilsumyndugleikarnir hava bólkað almenna tilmælið í fýra ymiskar aldursbólkar. Sundhedsstyrelsen hevur eisini eitt serstakt tilmæli til barnakonur.

● 0-4 ár: So nógva rørslu sum gjørligt hvønn dag

● 5-17 ár: 60 minuttir hvønn dag, hóvligt-høgt tempo

● 18-64 ár: 30 minuttir hvønn dag, hóvligt-høgt tempo

● 65+: 30 minuttir hvønn dag, hóvligt tempo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221