Bæði borgarstjóri og tingmaður

Bæði borgarstjóri og tingmaður
Tað er mest sannlíkt, at Klaksvíkar býráð fer at samtykkja, at Jógvan Skorheim, borgarstjóri, eisini kann vera tingmaður
 
26.01.2017 - 07:52

Á fundi seinnapartin fer Klaksvíkar býráð taka støðu til at loyva Jógvani Skorheim, borgarstjóra, eisini at gerast tingmaður.

Borgarstjórin hevur sjálvur sett málið á skrá. Jógvan Skorheim er formaður í Nýggjum Sjálvstýri, og hevur seinastu tvey árini verið einasti floksformaður, ið ikki hevur sitið á tingi. 

Hann kom á ting í 2011 sum varamaður fyri Kára P. Højgaard, ið gjørdist landsstýrismaður. Men táverandi býráð vildi ikki loyva Jógvani Skorheim at røkja tingsessin eftir, at hann gjørdist borgarstjóri í Klaksvík í 2012.

Heldur ikki eftir løgtingsvaldið í 2015, loyvdi býráðið Jógvani Skorheim í tingið, hóast hann tá varð valdur tingmaður fyri Nýtt Sjálvstýri.

Eftir býráðsvalið í november í fjør varð Tjóðveldislistin í Klaksvík settur uttan fyri meirilutan, millum annað tí hann árini frammanundan noktaði borgarstjóranum at fara í Løgtingið. Tí er sannlíkt, at Jógvan Skorheim eftir býráðsfundin í Klaksvík í dag verður tingmaður og borgarstjóri samstundis.

Bárður Kass Nielsen er í løtuni varamaður fyri Jógvan Skorheim á tingi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444